Akureyri · 4.–7. mars 2027

Skíðgleði. Hugni. Saman.

Fýra dagar við familju, starvsfeløgum og vinum. Ein ógloymandi ferð til Akureyrar.

Sertilboð

Tríggir pakkar við flogferð, gisting, leigubili, skíðleigu og lyftukortum.

Góðar løtur við allari familjuni. Tit búgva í einari studioíbúð í Sæluhús við heitum potti. Pakkin er til 2 vaksin og 2 børn og fevnir um flogferð Føroyar–Akureyri aftur og fram, ein leigubil, skíðleigu og lyftukort til øll.
2 vaksin og 2 børn

Familjupakkin

Sæluhús · studioíbúð við heitum potti

Flogferð aftur og fram · 1 leigubilur
Skíðleiga og lyftukort til øll
Avsláttur fyri allan pakkan: 252,00 DKK
6.595,00 DKK
Prísur fyri hvønn ferðandi
Í miðal fyri vaksin og børn

Samlaður ferðaprísur: 26.380,00 DKK
Eftir depositum: 24.380,00 DKK

Depositum: 2.000,00 DKK fyri 4 ferðafólk.

Tak vinirnar ella starvsfelagarnar við. Fýra vaksin í tveimum dupultkømrum á Hotel Berjaya við morgunmati. Flogferð Føroyar–Akureyri aftur og fram, ein leigubilur, skíðleiga og lyftukort til øll eru við.
4 vaksin · 2 dupultkømur

Vinapakkin

Hotel Berjaya · morgunmatur íroknaður

Flogferð aftur og fram · 1 leigubilur
Skíðleiga og lyftukort til øll
Avsláttur fyri allan pakkan: 228,00 DKK
7.595,00 DKK
Prísur fyri hvønn ferðandi

Samlaður ferðaprísur: 30.380,00 DKK
Eftir depositum: 28.380,00 DKK

Depositum: 2.000,00 DKK fyri 4 ferðafólk.

Savnið bólkin til skíðgleði og hugna. Átta vaksin í einum Hrimland-húsi við heitum potti. Flogferð Føroyar–Akureyri aftur og fram, tveir leigubilar, skíðleiga og lyftukort til øll eru við.
8 vaksin · 1 hús

Bólkapakkin

Hrimland · hús við heitum potti

Flogferð aftur og fram · 2 leigubilar
Skíðleiga og lyftukort til øll
6.995,00 DKK
Prísur fyri hvønn ferðandi

Samlaður ferðaprísur: 55.960,00 DKK
Eftir depositum: 51.960,00 DKK

Depositum: 4.000,00 DKK fyri 8 ferðafólk.

Vel ein pakka og halt fram við bíleggingini. Sæti kunnu veljast í næsta stigi, tá val av sæti er tøkt. Depositum er 500 DKK fyri hvønn ferðandi. Ferðin er fyrst váttað, tá ið vit hava móttikið depositum. Velur tú sæti, verður gjaldið fyri sætini goldið saman við deposituminum. Restin av ferðaprísinum verður goldin seinni.

Set tín egna pakka saman

Vel ferðafólk, gisting og flutning – og ger ferðina til tína egnu.

1 · Ferðafólk