“Tær bestu upplivingarnar eru ofta at finna á beinleiðis ferðum úr Føroyum.”
Takk fyri 16 fantastisk ár við TUR.FO
Kæru skívinir,
Eftir 16 hendingarík ár er tíðin nú komin at gevast við TUR.FO.
Hesi árini hava túsundtals føroyingar pakkað síni kuffert og flogið við okkum á beinleiðis skíðferðum til Íslands, Noregs og til fronsku Alpurnar.
At gevast við TUR.FO er sorgblýtt og setir punktum fyri einum stórum og spennandi kapitli í okkara lívi.
Men vit gera tað við nógvum góðum minnum, stórum takksemi og stoltleika um tað, vit hava verið við til at skapa saman við tykkum øllum, og eru vit serliga stoltir av at hava kunna hjálpt óteljandi føroyingum upp á skíðirnar fyri fyrstur fer.
Aftan fyri okkum liggja nú óteljandi tímar av fyrireiking, nógvar avbjóðingar, nógvar góðar løtur og ikki minst hava vit havt gleðina av at samstarva við dugnalig og álítandi fólk og fyritøkur.
Fyri alt hetta vilja vit siga tykkum hjartaliga takk fyri álitið, stuðulin og samstarvið øll hesi 16 árini.
Við bestu skí-kvøðum,
Rúni, Jákup og Thomas
“Tær bestu upplivingarnar eru ofta at finna á beinleiðis ferðum úr Føroyum.”