Hvørji eru vit?
Tur.fo hevur síðani 2010 skipað fyri ferðum til Akureyrar og aðrar staðir í Evropa. Vit leggja dent á góðar upplivingar fyri familjur, vinir og starvsfelagar.
Soleiðis hava vit ment okkara útboð
- 2010 - Akureyri, Ísland.
- 2011 - Akureyri, Ísland.
- 2012 - Beitostølen, Norra og Akureyri, Ísland.
- 2013 - Beitostølen, Norra og Akureyri, Ísland.
- 2014 - Alparnir, Les Menuires, Beitostølen, Norra og Akureyri, Ísland.
- 2015 - Les Menuires, teir fronsku Alparnir.
- 2017 - Les Menuires, teir fronsku Alparnir.
- 2018 - Tignes og Les Menuires, teir fronsku Alparnir.
- 2019 - Tignes og Les Menuires, teir fronsku Alparnir, Beitostølen Norra.
- 2022 - Akureyri, Ísland
Okkara søga
Í 2007 fóru vinmenninir Jákup Bech Jensen og Rúni Højgaard saman við øðrum á skíðferð til Eysturríkis. Tann eina dagin fall samrøðan á, hví føroyingar í so lítlan mun velja at fara á skíðferð. Niðurstøðurnar, vit komu til, vóru, at ferðingartíðin er long við millumlendingum og/ella yvirnáttingum í Danmark, at kostnaðarstøðið er ov høgt, og væntandi vetrarferia hjá føroyskum skúlabørnum hevur ein leiklut.
Heimaftur komnir frá Eysturríki fóru Jákup og Rúni undir at finna eina loysn, við tí endamáli at kunna veita føroyingum beinleiðis skíðferðir við leiguflogfari, til lægri kostnað, við styttri farleið og færri fráverudøgum. Hetta var byrjanin til áhugafelagið “Machaira”, sum seinri broyttist til Tur.fo, hvørs endamál m.a. er at geva ævintýrahugaðum føroyingum ógloymandi upplivingar fyri góðar prísir.
“Hetta má kunna gerast meira ómakaleyst, bíligari og sjálvandi beinleiðis!” — Jákup B. Jensen, Tur.fo
Í februar 2009 fóru feðgarnir Rúni og Jónas Højgaard á kanningarferð til Akureyrar fyri at vita, um staðið var egnað sum skíðøki og hóskandi at bjóða føroyingum. Teir mettu, at so var, og fyrireikingar vóru beinanveg gjørdar fyri at fáa í lag eina beinleiðis skíðferð úr Føroyum til Akureyrar.
Í mars 2010 varð fyrsta skíðferðin beinleiðis til Akureyrar í Íslandi veruleiki, og vegna sera góða undirtøku og jaliga afturmelding frá luttakarunum, varð sama skíðferð boðin út aftur í mars 2011. Av tí at bíðilistin í 2010 var langur, gjørdu vit av at fara við tveimum flogførum, sum aftur vóru fullsett.
Um heystið 2010 gjørdist Thomas Bo Petersen partur av Tur.fo. Thomas hevði í longri tíð havt eitt brennandi ynski um at skipa fyri líknandi tiltøkum, og hann hevði ætlanir og hugsanir, sum komu okkara viðskiftafólki til góðar.
Í Tur.fo er nýhugsan og menning umráðandi, og í mars 2012 bjóðaðu vit á fyrsta sinni eisini beinleiðis skíðferð til Beitostølen í Norra, og hesir túrar fingu eisini sera góða undirtøku. Í 2014 kundu vit so eisini bjóða ein túr beinleiðis til heimsins størsta skíðøki, Les 3 Vallées í teimum fronsku Alpunum, sum bjóðar fram áleið 650 km av skíðpistum.
“Okkara hjartamál er at halda kostnaðarstøðið á einum so lágum støði sum til ber, so at flestar føroyskar familjur og einstaklingar kunnu hava fíggjarliga orku at ferðast á eini árligari familjuferð.” — Rúni Højgaard, Tur.fo
Soleiðis hevur Tur.fo miðvíst ment seg eftir fáum árum til at kunna bjóða beinleiðis skíðferðir til trý lond, og tað eru vit sera fegnir um. Umframt at bjóða beinleiðis skíðferðir, skipar Tur.fo eisini fyri toymisferðum fyri virki og leigutúrum fyri áhugafeløg, ítróttarfeløg v.m., eins og vit arbeiða miðvíst við at menna innkomandi ferðavinnu.
Síðani Tur.fo í 2010 á fyrsta sinni var á Akureyri í Íslandi við einum fullsettum leiguflogfari, hava yvir 1.000 føroyingar verið við okkum á eini beinleiðis skíðferð úr Føroyum.